Nýtt talgilt tilfar

''Skibsregistre for Færøerne'' 1894-1957 liggur nú á history.fo

Vit eru fegin at kunna boða frá, at ein partur av skipaskrásetingini, undir heitinum ‘Skibsregistre for Færøerne‘, nú eru talgilda og atgongd á history.fo. Hetta er eitt stig fram á leiðini, í okkara arbeiði við at varðveita og gera søguligt tilfar adgongt fyri øll.

Vit vóna, at tit fáa gleði av søguliga tilfarinum, um skrásetingarnar av skipum og bátum í Føroyum. 

Hví talgilda og gera tilfar atgongt?

Atgongd:

Øll kunnu fáa atgongd til tilfarið, óansæð hvar tey eru stødd.

Varðveiting:

Talgilding tryggjar, at uppruna tilfarið verður varðveitt í friði.

Leiting:

Talgilt tilfar er lættari at leita í, og at finna fram til.

Deiling:

Talgilt tilfar kann deilast og brúkast í ymsum samanhangum – bæði í gransking og undirvísing.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri