Í døgunum 31. august til 2. september 2021 verður ráðstevna hildin í Havn. Talan er um sokallaðu Útnorður Skjalasavnsráðstevnuna (VNAK), sum verður hildin 3. hvørt ár, antin í Føroyum, Íslandi ella Grønlandi. Heiti á ráðstevnuni í ár er ‘Nýggjar avbjóðingar – nýggjar loysnir’, og snýr seg í stóran mun um, hvussu broytingar í samfelagnum ávirka skjalasøvn og vanligu fatanina teimum, hvørjar avbjóðingar hetta hevur við sær, og hvussu skjalasøvnini royna at loysa hesar avbjóðingar. Til ber at lesa nærri um ráðstevnuna her.

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum
Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

