Rætturin at verða varðveittur

Fyrsta ’keynote-framløgan’ frá VNAK2021 tøk á netinum

Í nýggju dátuverndarlógini og GDPR verður, í størri mun enn áður, fokus sett á rættindi hjá tí einstaka, at ráða yvir egnum upplýsingum.

Hervið býst høvi at hyggja nærri at samanspælinum millum tvey atlit. Annað er atlitið til rættin hjá tí einstaka at ráða yvir egnum persónupplýsingum, og hitt er atlitið til søguna og vitan í samfelagnum.

Í fyrilestri, sum varð hildin heystið 2021, hyggur Katrin Thorsvig Hansen, stjóri á Dátueftirlitinum, at hvussu vit finna eina jávnvág, sum rúmar báðum atlitum. Fyrilesturin sæst á youtube-síðuni hjá Tjóðskjalasavninum her.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri