Stríð um ognarrætt av skjalasøvnum

Triðja ’keynote-framløga’ frá VNAK2021 tøk á netinum

Stríð um ognarrætt av skjalasøvnum standast ofta av konfliktum. Spurningar um uppruna, proveniens, hvør “eigur” rættin til at varðveita skjølini er eitt grundleggjandi hugtak innan skjalasøvn.

Í fyrilestri, sum varð hildin heystið 2021, hyggur Dr. James Lowry, professari á The Graduate School of Library and Information Studies, Queens College, City University of New York, at kompleksitetinum viðv. uppruna (proveniens) innan skjalasøvn.

Fyrilesturin sæst á YouTube-síðuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri