John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Eitt arbeiðslív í broyting
John byrjaði á Tjóðskjalasavninum í oktober 1976. Tá varð hann settur í starv sum skjalahjálpari, og síðani hevur hann røkt ein stóran og fjølbroyttan part av kjarnuuppgávunum á stovninum. Hann hevur gjørt yvirlit, skrásett skjalasavnstilfar, tikið ímóti avhendingum og havt umsjón við lesistovuni. Eisini hevur hann vegleitt og ráðgivið stovnum og undirvíst.
Við hesum hevur John arbeitt við fleiri av teimum grundleggjandi uppgávunum, sum hoyra einum skjalasavni til.

Skjalasavnsøkið er nógv broytt, síðan John byrjaði í 1976. Nýggir arbeiðshættir og broytt krøv hava gjørt støðuga fakliga menning neyðuga. Í 1980-árunum tók John útbúgving innan skjalasavns- og skrivstovuarbeiði, og seinni fekk hann starvsheitini skjalavørður og serfrøðingur.
Gjøgnum 50 ár hevur John bæði upplivað og verið við til at mynda menningina á Tjóðskjalasavninum. Starvsfelagar eru komnir og farnir, leiðslur eru skiftar, og arbeiðshættirnir hava ment seg. Hann hevur starvast undir trimum av teimum fýra landsskjalavørðunum, sum hava staðið á odda fyri Tjóðskjalasavninum gjøgnum nærum 95 ár.

Ein nýggjur kapittul
Hálv øld á sama arbeiðsplássi er eitt sjáldsamt starvsavrik og ein týðandi partur av søgu stovnsins. Hátíðarløtan 2. oktober var tí ikki bert ein fráfaringarløta, men eisini eitt høvi at steðga á og líta aftur á eitt sjáldsama langt og fjølbroytt arbeiðslív. Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum setur John Kjær nú punktum fyri starvslívið á stovninum og byrjar ein nýggjan kapittul.

Leiðsla og starvsfólk á Tjóðskjalasavninum takka John fyri hansara stóra íkast gjøgnum 50 ár og ynskja honum góðan byr og alt tað besta framyvir.

Deil hesi tíðindi

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri