Stongt vegna summarfrí

Vit lata upp aftur sum vanligt 10. august.

Svar uppá fyrispurningar um tilfar úr goymslunum, kann væntast umleið 17. august.

Á heimasíðuni hjá Tjóðskjalasavninum við talgaðum tilfari, history.fo, finnur tú møguliga svar uppá onkran spurning tú situr inni við.

Her er eitt yvirlit yvir hvørji skjøl úr goymslunum á Tjóðskjalasavninum, eru skannaði inn:

Deil hesi tíðindi:

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

Átta nøvn, átta mannalív

Allahalgannadag minnast vit tey, ið andaðist á sjónum. Summi minnast vit sjálvi. Vit minnast eitt andlit, eina rødd ella eina hending. Onnur kenna vit bara úr frásagnum, myndum og nøvnum. Og so eru tey, sum eingin livandi longur minnist.

Tó eru spor eftir teimum.

Eitt navn í einari kirkjubók. Eitt húski í einari fólkateljing. Ein ogn í einum skifti. Smá brot av einum mannalívi, sum varð livað fyri langari tíð síðan.

Í dag, allahalgannadag, venda vit okkum móti einum slíkum broti úr føroyskari søgu.

Les meiri

Altjóða Sálarheilsudagur 10 oktobur 2026

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957.
Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum.
Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.

Les meiri