Altjóða skjalasavnsvika 2025 #ASV2025

Í hesi vikuni, 9.-13. juni 2025, verður skipað fyri altjóða skjalasavnsviku (stytt #ASV2025).

Hetta er 7. árið at tiltakið verður. Tað er altjóða ráðið fyri skjalasøvn ICA (International Council on Archives), sum samskipar tiltakinum, við luttøku av skjalasøvnum úr øllum heiminum.

Skjalasøvn fyri øll!

Heitið á tiltakinum í ár er ‘Archives are Accessible – Archives for Everyone’. Ljós verður varpa á hvussu m.a. talgilding, vitlíki, samstarv við lokalar felagsskapir og ymisk tilvitanarátøk, eru við til at gera tað lættari hjá fólki at gerast varug við skjøl og harvið eisini at brúka tey.

Í sambandi við altjóða skjalaasavnsvikuna, skipar Tjóðskjalasavnið í hesum døgum fyri einum átaki á sosialu miðlunum. Yvirskriftin til átakið er ‘’Visti tú at…’’ og endamálið er at varpa ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki hvussu tey kunnu gera brúk av nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða.

Til ber at fylgja átakinum á heimasíðu okkara og á sosialu miðlunum hjá Tjóðskjalasavninum, har tú hvønn dag hesa vikuna hevur møguleika fyri at læra okkurt nýtt um virksemi á skjalasavninum.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri