Frá fjøðurpenni til skrivimaskinu

Tjóðskjalasavnið á Vísindavøku 2025

Á Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum, sum var fríggjadagin í síðstu viku, varpaði Tjóðskjalasavnið ljós á skrift og skriftmál í Føroyum seinastu 700 árini, undir felags heitinum ’Brúgvin millum fortíð, samtíð og framtíð’.

Í básinum hjá Tjóðskjalasavninum vóru skíggjar, sum greiddu frá søguligu menningini av skrift, og sýningarskáp við skjølum frá 13. øld til 20. øld. Eisini var søgulig skriviútgerð á staðnum, t.d. fjøður- og stálpennar, blekk og skrivimaskinur, sum fólk fingu loyvi at royna.

Básurin varð sera væl vitjaður av bæði vaksnum og børnum. Meðan tey vaksnu vístu áhugað fyri seyðabrævinum, vártingsbókum og gerðabókum løgtingsins, vóru børnini serliga áhugaði í at royna skriviútgerðina.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri