Lesistovan letur upp í nýggjum hølum

Fyri at tryggja eina betri tænastu fyri okkara viðskiftafólk, hava vit seinastu tíðina gjørt ymiskar dagføringar. Heimasíðan skjalasavn.fo hevur fingið nýggjan ham, og skuldi hetta gjarna verið við til, at tað er lættari hjá borgarum, granskarum og starvsfólkum hjá tí almenna, at finna neyðugu kunningina.

Týsdagin 27. oktober 2026 flytur lesistovan í nýggj hølir í Magnus Heinasonar gøtu 20.
Í sambandi við flytingina broytist mannagongdin umbiðja tilfar til lesistovuna. Tilfar skal nú bíleggjast frammanundan, áðrenn tað kann síggjast á lesistovuni.

Bílegg tilfar til lesistovuna her: Umbið tilfar

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum á nýggju lesistovuna!

Deil hesi tíðindi:

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Les meiri

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri