Tjóðskjalasavnið komið á Vangan

Tjóðskjalasavnið hevur saman við – Talgildu Føroyum, arbeitt við at fáa ein part av okkara virksemi á Vangan. Um tú vilt søkja Tjóðskjalasavnið um atgeingi/innlit í skjalasavnstilfar, ið innihalda persónsupplýsingar, kanst tú nú trygt og lætt gera hetta umvegis Vangan.

Orsøkin til at Tjóðskjalasavnið hevur valt at gerast partur av Vanganum er í høvuðsheitinum grundað á KT-trygd. Tjóðskjalasavið umsitur nógvar persónsviðkvæmar dátur, ið eru frá øllum myndugleikum í landinum. Vangin tryggjar at hesar dátur einans verða latnar fólki, ið hava rætt til innlitið.

KT-trygd verður alsamt meira viðkomandi, og upplýsingar, sum Tjóðskjalasavnið liggur inni við, koma frá øllum myndugleikum í landinum.

Á Tjóðskjalasavninum finnur tú upplýsingar, ið snúgva seg um alt frá ættleiðing, familjuviðurskiftum til revsimál og heilsuupplýsingar. Tí hevur tað alstóran týdning at vit handfara viðkvæmar upplýsingar so trygt, sum gjørligt. Talgildu Føroyar hava tey seinastu árini ment Vangan, sum júst egnar seg til endamálið, at handfara viðkvæmar upplýsingar um borgarar, og tað gleðir okkum at boða frá, at Tjóðskjalasavnið nú eisini er vorðin ein partur av hesari loysn.

Tú finnur sjálvgreiðsluna á Vanganum undir síðuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri