Tjóðskjalasavnið og FamilySearch møguligt samstarv

Ætlanin er at økja um talið av føroyskum skjølum um ættarbond og familjusøgu á internetinum.

Herfyri var Torben Engbjerg, økisleiðari hjá ‘FamilySearch’ á vitjan á Tjóðskjalasavninum. Felagsskapurin ynskir samstarv um at talgilda eldri føroysk skjøl, sum onkursvegna skjalfesta ættarbond.

Endamálið er at leggja talgildu skjølini út á netið, so fólk kring allan heim fáa fyrimun av hesum. “Vit eru ikki bert áhugað í at skanna kirkjubøkur og fólkateljingar, men øll skjøl, sum siga nakað um lívið hjá forfedrum okkara”, sigur Torben Engbjerg.

Fyri eini 12-13 árum síðani, fór Tjóðskjalasavnið sjálvt undir at skanna skjalatilfar av goymslunum, og fyri gott 10 árum síðani varð byrjað at leggja út á heimasíðuna history.fo. “Henda heimasíðan hevur verið eitt av okkara bestu brúkaraátøkum”, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. Men orsakað av avmarkaðum tilfeingi, hava vit bert talgildað ein brotpart av tí tilfari, sum kundi verið lagt á netið. Hesa avbjóðing kundi eitt samstarv við FamilySearch hjálpt til við at loyst.

FamilySearch, áður The Genealogical Society of Utah, verður rikin av The Church of Jesus Christ of Latter-day Saints. Kirkjan hevur høvuðssætið í Salt Lake City, Utah, USA, men hevur deildir kring allan heim. Familysearch hevur heimasíðu, har tey m.a. bjóða fólki møguleika fyri at granska í ætt og at brúka software til at skráseta ætt. Í dag verður heimasíðan hjá FamilySearch roknað, sum heimsins størsti pallur fyri ættargransking á netinum.

At granska ætt er nakað, sum limir í kirkjuni hava havt áhuga í líka síðani kirkjan varð stovnað síðst í 1800-talinum. At byrja við ferðaðust tey úr USA til Europa fyri at skráseta ættarbond, m.a. við at skriva av upplýsingar um ættarbond í kirkjubókum. Seinni, miðskeiðis í 20. øld, varð farið undir at mikrofilma skjøl um allan heim, serliga kirkjubøkur og fólkateljingar.

Mikrofilmarnir hjá felagsskapinum hava verið varðveittir á goymslum í Granite Mountain Records Vault nærhendis Salt Lake City. Avrit vóru eisini latin teimum skjalasøvnum, har skjølini stava frá. Tí hevur Tjóðskjalasavnið mikrofilmar á goymslu við skanningum av m.ø. eldri kirkjubókum, sum hava verið nógv brúktir, m.a. av ættargranskarum.

Seinastu 10 árini ella so er FamilySearch farið undir at skanna skjalatilfar við tí endamáli at leggja út á netið. Felagsskapurin hevur samstarv við eini 10.000 skjalasøvn í meira enn 100 londum kring heimin, og hevur meira enn 200.000 sjálvboðin fólk, sum arbeiða við at talgilda (skanna) skjøl. Í vaksandi mun er felagsskapurin eisini farin at talgilda annað tilfar enn tað, sum sigur nakað beinleiðis um ættarbond, við tí endamáli, at geva fólki møguleika at granska ‘familjusøgu’ í breiðari merking.

Tað er í hesum sambandi, at felagsskapurin ynskir tættari samstarv við Tjóðskjalasavnið. Ein fortreyt fyri at FamilySearch kann seta av amboð og arbeiðsorku er, at tað í minsta lagi eru 300.000 skjøl at skanna.

Enn er ikki nøkur endalig avtalað gjørd millum partarnar. Fyribils hava Tjóðskjalasavnið og FamilySearch avtalað, at Tjóðskjalasavnið ger ein lista yvir skjøl, sum verða mett áhugaverd at skanna og leggja út á netið. Hetta kundi verið tær kirkjubøkur, sum higartil ikki eru skannaðar, ella onnur skjøl, sum beinleiðis ella óbeinleiðis siga nakað um ættarbond og familjusøgu, t.d. mynstringar. Tá listin er gjørdur, kunnu partarnir taka støðu til møguligt samstarv framyvir.
 

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri