Tú verður tað tú varðveitur!

Fjórða ’keynote-framløga’ frá VNAK2021 tøk á netinum

Í fyrilestri, sum varð hildin heystið 2021, greiða Mads Neuhard, deildarleiðari á Býarskjalasavninum í Keypmannhavn, og Bo Bjerregaard Henriksen, kt-skjalavørður á Býarskjalasavninum í Keypmannahavn, mannagongd o.a. viðv. varðveiting og atgongd av talgildum skaptum skjølum.

Býarskjalasavnið í Keypmannahavn hevur tey seinastu fimtan árini aktivt savna inn talgilt skapt skjøl. Í hesum tíðarskeiðnum hevur býarskjalasavnið tikið ímóti og góðkent fleiri enn 1600 skjalasavnsútgávur, tilsamans er talan um yvir hundrað terabytes.

Fyrilesturin sæst á YouTube síðuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri