Hvørji skjøl finnast á Tjóðskjalasavninum?

Tjóðskjalasavnið tryggjar varðveiting av (almennum) skjølum og skipanum, við søguligum, fyrisitingarligum og rættarligum týdningi, fyri allar borgarar og myndugleikar í Føroyum. Eisini skal Tjóðskjalasavnið tryggja at hesi skjøl eru tøk hjá almenninginum á ein skipaðan hátt.

Allir almennir myndugleikar hava skyldu at avhenda skjøl og skrásetingarskipanir sínar til Tjóðskjalasavnið, tá tey eru liðug at brúka hesi til upprunaliga endamálið. Onnur, so sum privatfólk, vinnurekandi og felagsskapir, hava ikki skyldu at avhenda, men kunnu velja at gera so, í samráð við Tjóðskjalasavnið. Eisini kann Tjóðskjalasavnið krevja kopi av skjølum/skipanum í privata geiranum, um Tjóðskjalasavnið metir tað hava serligan søguligan týdning.

Á goymslum Tjóðskjalasavnsins finnast skjalasøvn eftir ríkismyndugleikar, landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar. Dømi um almenn skjalasøvn eru: Ríkisumboðið, Landslæknin, Løgtingið, Landsstýrið, Landsverk, Vága Prestagjald, Klaksvíkar Sjúkrahús, Sandoyar Sýsla og Froðbiar Sóknar Kommuna.

Eisini varðveitir Tjóðskjalasavnið fleiri privat skjalasøvn, t.d. eftir handlar, verksmiðjur, reiðarí, peningastovnar, tryggingarfeløg, fakfeløg, ítróttarfeløg, politiskar felagsskapir og einstaklingar. Dømi um hetta eru: Jørgen Bech & Sønner, Føroya Banki, Ítróttarsamband Føroya og Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy.

Skjølini á goymslu Tjóðskjalasavnsins eru t.d. brøv, bøkur, kort/tekningar, myndir, filmar og ljóð. Flest øll skjalasøvn eru ein blandingur av ymiskum sløgum av skjalatilfari, meðan nøkur eru meira eintáttaði. Dømi um tað fyrra slagi er skjalasavnið eftir Landsverk, sum inniheldur brævaskifti, frágreiðingar, kort, filmar, myndir og grunnar við mátiúrsliti. Dømi um tað seinna er skjalasavnið eftir Sigrið og Jørgen Lützen, sum nærum bert inniheldur myndatilfar.

Tey fyrstu 85 árini av sínum virksemi, tók Tjóðskjalasavnið nærum bert analog skjøl til varðveitingar, harav tað mesta var í pappírsformi. Seinastu 7-8 árini hevur Tjóðskjalasavnið tikið móti talgildum skipanum, og verða hesar skipanir goymdar eftir serligum leisti, sum verður kallaður ‘flyting’ (migrering).

Tey elstu skjølini á goymslum Tjóðskjalasavnsins eru nærum 750 ára gomul, meðan tey nýggjastu eru ikki eldri enn umleið 5 ár. Elsta skjal er sokallaða Kongsbókin, sum inniheldur elstu útgávuna av Seyðabrævinum frá 1298. Elsta røðin av skjølum, sum eru varðveitt, eru løgtings- og vártingsbøkurnar, sum eru frá tíðarskeiðnum 1615-1816.


Altjóða Skjalasavnsvika 2025 #ASV2025

9.-13. juni 2025, er altjóða skjalasavnsvika. Við yvirskriftini ”Visti tú at..” varpar Tjóðskjalasavnið ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki hvussu tey kunnu gera brúk av nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða.

Les meiri um Altjóða Skjalasavnsvikuna her.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri