Útnorður Skjalasavnsráðstevna 2021

Í næstu viku, verður útnorður skjalasavnsráðstevna í Havn.

Í næstu viku, verður útnorður skjalasavnsráðstevna í Havn. Luttakarar koma úr Útnorðuri, úr Álandi, Danmark, USA og Fraklandi.

Tað er Tjóðskjalasavnið sum skipar fyri.

Ráðstevnan byrjar við móttøku á Føroya Listasavni mánakvøldið kl. 19-21, har m.a. forkvinnan í vinnunevndini í Tórshavnar býráð, Kristianna Winther Poulsen, og aðalskrivarin í altjóða skjalasavnsfelagsskapinum ICA, Anthea Seles, føra fram røðu.

Týsdagin og mikudagin verða fyrilestrar og kjak á Hotel Brandan.

Nærri skrá fyri ráðstevnuna sæst her.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri