Altjóða Sálarheilsudagur 10 oktobur 2026

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957. Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum. Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.

Altjóða sálarheilsudagur verður hildin 10. oktober hvørt ár og varpar ljós á týdningin av góðari sálarheilsu og tørvin á hjálp og viðgerð til fólk við sálarligum avbjóðingum. Tá vit tosa um sálarheilsu í dag, snýr tað seg ofta um nútíðar avbjóðingar og framtíðar loysnir. Men sálarheilsa hevur eisini eina søgu.
Á skjalasøvnum verða skjøl varðveitt, sum kunnu geva okkum innlit í, hvussu fólk við sálarligum sjúkum eru vorðin møtt, viðgjørd og fatað gjøgnum tíðina. Slíkar keldur eru týdningarmiklar, tí tær hjálpa okkum at skilja bæði einstakar menniskjaligar lagnur og ta samfelagsmenning, sum hevur verið á økinum. Samstundis minna tær okkum á, hvussu umráðandi tað er at varðveita søguligar keldur, soleiðis at framtíðar ættarlið kunnu fáa innlit í henda partin av okkara felags søgu.
Í Føroyum var eingin psykiatrisk viðgerðarskipan í nógv ár, og tí vórðu hundraðtals føroyingar sendir til Danmarkar til viðgerðar. Søgan um hesar sjúklingarnar er ikki bara ein søga um sjúku og viðgerð, men eisini um familjur, samfelag og samleika. Tó eru nógv av sporunum eftir teimum horvin vegna kassatión av sjúklingajournalum. Hetta hevur við sær, at týdningarmikil vitan um bæði einstaklingar og føroysku psykiatrisøguna er farin fyri skeyti.
Til Altjóða sálarheilsudagin er tí eisini vert at seta sjóneykuna á, hvønn týdning skjalasøvn og varðveiting hava fyri okkara møguleika at skilja fortíðina, læra av henni og geva teimum, sum fóru undan okkum, eina rødd í søguni.
Í 2022 skrivaði Hanna Simona Christiansen, skjalavørður á Tjóðskjalasavninum grein í Vísindablaðnum “Frøði”, ið viðgerð evnið tá sálarsjúk blivu send til Danmarkar og hvussu tann danski kassatiónspolitikkurin ávirkaði føroyska søgu.


Føroyskir sjúklingar á donskum sinnissjúkrahúsum

Frá 1866 og fram til umleið 1940 vórðu umleið 205 føroyskir sálarsjúklingar sendir til Danmarkar til viðgerðar. Meiriparturin varð innlagdur á Oringe í Vordingborg.
Talan var um 104 menn og 101 kvinnur. Flestu sjúklingarnir høvdu álvarsligar psykiatriskar diagnosur, og nógv vóru merkt av psykosum.


Lærarinnan úr 1903 fekk diagnosuna Dementia præcox, sum í dag svarar til skizofreni.
Vit vita ikki við vissu, hví einstøkir sjúklingar vórðu sendir av landinum. Kortini benda keldurnar á, at nógv høvdu álvarsligar psykiatriskar sjúkur, sum ikki kundu viðgerast í Føroyum. Samstundis er sannlíkt, at nógv fólk við lættari sálarligum trupulleikum ongantíð komu í almenna skipan. Talið á føroyingum við sálarligum sjúkum hevur tí helst verið nógv hægri enn hesi 205.

DiagnosaTal
Skizofreni (Dementia præcox, Ungdomssløvsind o.a.)66
Bipolar sjúka (Manio-depressiv)78
Psykosa12
Depression12
Annað (Vanvid, Hysteria, Paranoia o.a.)14
Ongin diagnosa skrásett23
Tilsamans205

Frá ræðuligum viðgerðum til heilivág

Psykiatriska viðgerðin hevur ment seg nógv gjøgnum tíðina. Viðgerðir, sum í dag tykjast ógvusligar og ómenniskjaligar, vóru fyrr vanligar.
Frá 1920’unum fram til 1950’ini vóru insulinsjokk og lobotomi millum tær kendastu viðgerðirnar. Elektrosjokk varð eisini nýtt, tá uttan doyving. Í dag verður slík viðgerð framvegis nýtt í serligum førum, men undir heilt øðrum og tryggari umstøðum.
Stóra vendingin kom í byrjanini av 1950’unum, tá fyrstu effektivu psykiatrisku heilivágirnir komu í nýtslu.

Týðandi søgulig vitan er farin fyri skeyti

Psykiatriskar sjúklingajournalir eru nógv meira enn heilsufaklig skjøl. Tær geva innlit í lívssøgur, familjuviðurskifti og samfelagshugburðir.
Ein slík journal kann fortelja um persónlig brøv, samband við familjuna, viðgerðir og upplivingina av at vera sendur burtur frá sínum heimi til eitt fremmant land orsakað av sjúku.
Journalirnar kunnu eisini varpa ljós á, hvussu diagnosur eru broyttar gjøgnum tíðina, og hvussu samfelagið sá upp á fólk við sálarligum avbjóðingum.
Tá slíkar journalir verða burturbeindar, hvørvur henda vitan fyri altíð.

Kassatión hevur avleiðingar

Fyri familjur, sum í dag ynskja innlit í lagnuna hjá ættarliðum, ið vóru innløgd á donskum sinnissjúkrahúsum, merkir kassatión ofta, at ongar upplýsingar eru eftir. Hetta er bæði eitt persónligt og søguligt tap.
Á innleggingarskjølunum á Oringe vóru til dømis upplýsingar um sálarligar sjúkur í familjuni. Hesin tørvandi upplýsingarbólkur hevði verið sera virðismikil fyri gransking í psykiatri og ílegufrøði í Føroyum.
Føroysk psykiatrisk skjalfesting byrjar í veruleikanum ikki fyrr enn í 1969. Journalirnar frá føroyskum sjúklingum í Danmark røkka tó heilt aftur til 1866. Tað ger tær til ein týdningarmiklan part av føroyskari søgu, gransking og kollektiva minninum.
Tá slíkar keldur verða burturbeindar, hvørvur vitan, sum ongantíð kann endurskapast.

Keldur:

Christiansen, Hanna Simona (2021). Varðveiting og kassatión av føroyskum psykiatriskum sjúklingajournalum í Danmark. Ein kanning av hvussu danskur kassatiónspolitikkur kann ávirka søguliga gransking í Føroyum. Bachelorritgerð, Fróðskaparsetur Føroya.
Kragh, J.V. (2010). Det hvide snit. Psykokirurgi og dansk psykiatri 1922-1983. Odense: Syddansk Universitetsforlag.

Deil hesi tíðindi:

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

Lesistovan letur upp í nýggjum hølum

Fyri at tryggja eina betri tænastu fyri okkara viðskiftafólk, hava vit seinastu tíðina gjørt ymiskar dagføringar. Heimasíðan skjalasavn.fo hevur fingið nýggjan ham, og skuldi hetta gjarna verið við til, at tað er lættari hjá borgarum, granskarum og starvsfólkum hjá tí almenna, at finna neyðugu kunningina.

Les meiri
John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Les meiri

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri