John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Eitt arbeiðslív í broyting
John byrjaði á Tjóðskjalasavninum í oktober 1976. Tá varð hann settur í starv sum skjalahjálpari, og síðani hevur hann røkt ein stóran og fjølbroyttan part av kjarnuuppgávunum á stovninum. Hann hevur gjørt yvirlit, skrásett skjalasavnstilfar, tikið ímóti avhendingum og havt umsjón við lesistovuni. Eisini hevur hann vegleitt og ráðgivið stovnum og undirvíst.
Við hesum hevur John arbeitt við fleiri av teimum grundleggjandi uppgávunum, sum hoyra einum skjalasavni til.

Skjalasavnsøkið er nógv broytt, síðan John byrjaði í 1976. Nýggir arbeiðshættir og broytt krøv hava gjørt støðuga fakliga menning neyðuga. Í 1980-árunum tók John útbúgving innan skjalasavns- og skrivstovuarbeiði, og seinni fekk hann starvsheitini skjalavørður og serfrøðingur.
Gjøgnum 50 ár hevur John bæði upplivað og verið við til at mynda menningina á Tjóðskjalasavninum. Starvsfelagar eru komnir og farnir, leiðslur eru skiftar, og arbeiðshættirnir hava ment seg. Hann hevur starvast undir trimum av teimum fýra landsskjalavørðunum, sum hava staðið á odda fyri Tjóðskjalasavninum gjøgnum nærum 95 ár.

Ein nýggjur kapittul
Hálv øld á sama arbeiðsplássi er eitt sjáldsamt starvsavrik og ein týðandi partur av søgu stovnsins. Hátíðarløtan 2. oktober var tí ikki bert ein fráfaringarløta, men eisini eitt høvi at steðga á og líta aftur á eitt sjáldsama langt og fjølbroytt arbeiðslív. Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum setur John Kjær nú punktum fyri starvslívið á stovninum og byrjar ein nýggjan kapittul.

Leiðsla og starvsfólk á Tjóðskjalasavninum takka John fyri hansara stóra íkast gjøgnum 50 ár og ynskja honum góðan byr og alt tað besta framyvir.

Deil hesi tíðindi:

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

Átta nøvn, átta mannalív

Allahalgannadag minnast vit tey, ið andaðist á sjónum. Summi minnast vit sjálvi. Vit minnast eitt andlit, eina rødd ella eina hending. Onnur kenna vit bara úr frásagnum, myndum og nøvnum. Og so eru tey, sum eingin livandi longur minnist.

Tó eru spor eftir teimum.

Eitt navn í einari kirkjubók. Eitt húski í einari fólkateljing. Ein ogn í einum skifti. Smá brot av einum mannalívi, sum varð livað fyri langari tíð síðan.

Í dag, allahalgannadag, venda vit okkum móti einum slíkum broti úr føroyskari søgu.

Les meiri

Altjóða Sálarheilsudagur 10 oktobur 2026

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957.
Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum.
Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.

Les meiri

Lesistovan letur upp í nýggjum hølum

Fyri at tryggja eina betri tænastu fyri okkara viðskiftafólk, hava vit seinastu tíðina gjørt ymiskar dagføringar. Heimasíðan skjalasavn.fo hevur fingið nýggjan ham, og skuldi hetta gjarna verið við til, at tað er lættari hjá borgarum, granskarum og starvsfólkum hjá tí almenna, at finna neyðugu kunningina.

Les meiri