Samrøður um vitlíki

Martin Mohr Olsen, PhD, hevur samrøður við 4 fólk um vitlíki.

Í sambandi við Vísindavøku 2025, gjørdi Martin Mohr Olsen, PhD, samrøður við 4 fólk um vitlíki. M.a. gjørdi hann samrøðu við Sámal Trónd F. Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum.

Samrøðan kann hoyrast niðast á síðuni her, og á hesi leinkju.

Samrøðan við Sámal Trónd byrjar á 36:56 min. og endar á 01:09:00 min.

Deil hesi tíðindi:

Facebook
LinkedIn
Teldupost

Onnur tíðindi

Altjóða Sálarheilsudagur 10 oktobur 2026

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957.
Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum.
Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.

Les meiri

Lesistovan letur upp í nýggjum hølum

Fyri at tryggja eina betri tænastu fyri okkara viðskiftafólk, hava vit seinastu tíðina gjørt ymiskar dagføringar. Heimasíðan skjalasavn.fo hevur fingið nýggjan ham, og skuldi hetta gjarna verið við til, at tað er lættari hjá borgarum, granskarum og starvsfólkum hjá tí almenna, at finna neyðugu kunningina.

Les meiri
John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Les meiri