Skjalasavnsdagur

 

Á hvørjum ári verður, í øllum norðurlondum, hildin skjalasavnsdagur í november mánaði.

Skjalasavnsdagur er eitt norðurlendskt samstarv um ein felags dag til at kunna um skjalasøvn og fyri at vísa á, at almenn skjalasøvn eru opin fyri øllum borgarum.

Endamálið við degnum er m.a. at varpa ljós á arbeiðið hjá skjalasøvnunum, um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa á hvørja nyttu einstaklingar og samfelagi kunnu fáa burtur úr skjalasøvnunum.

Tjóðskjalasavnið hevur á hvørjum árið, síðani 2007, annan leygardag í november, havt skjalasavnsdag.

Í hesum sambandi hevur Tjóðskjalasavnið ”opið hús”, har høvi verður at vitja lesistovuna og høvuðsgoymsluna á V. U. Hammershaimbsgøtu 11kj.

Vanliga eru tað bert starvsfólk á Tjóðskjalasavninum, ið hava atgongd til goymslurnar.