Skip to main content

Ofta settir fyrispurningar

 

Á Tjóðskjalasavninum eru varðveitt mál frá øðrum veraldarbardaga. Hesi snúgva seg m.a. um minur, myrkalegging, siglingarleiðir, vøruútflutningur o.a.

Málini finnast í søvnunum hjá Fútanum, Færø Amt/Ríkisumboðið og sýslunum.

Krígsdagbøkur hjá bretska hervaldindum kunnu síggjast á heimasíðuni nielsjuel.fo

Alt viðv. hernaðarlig mál (hermenn, fremmand skip, álop o.a.) eru varðveitt í Bretlandi (National Archives)

 

 

Eitt arvaskiftið/deyðsbúgv gevur upplýsingar um ein, sum er deyður og um, hvør skal arva viðkomandi. 

Skiftiprotokollirnar frá 1701 til 1904 eru skannaðar, og kunnu síggjast á history.fo.

Frá 1904, og fram til uml. 1991, eru arvaskiftir/deyðsbúgv at finna í savninum hjá Sorinskrivaranum. 

Arvaskiftir/deyðsbúgv, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.

 

 

Borgarligar vígslur finnast í søvnunum hjá Fútanum og sýslunum kring landið.

Borgarligar vígslur hjá Fútanum byrja í 1895, og er talan um borgarligar vígslur í Tórshavn.

Borgarligar vígslur hjá sýslunum byrja umleið 1923, ella seinni. Tað er ymiskt frá sýslu til sýslu, hvussu væl hetta tilfarið er varðveitt. 

Borgarligar víglsur, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.

 

 

Ein deyðsváttan inniheldur upplýsingar um nær og hvar ein persónur er deyður, og hvør deyðsorsøkin er. Eisini er skrásett navn, heimstaður og føðidato.

Deyðsváttanir fyri Føroyar eru varðveittar á Ríkisskjalasavninum í DK.

  1. Arkivalieronline (Færøerne) fyri tíðarskeiði 1879 – 1944
  2. Frá 1944 – 1971 er neyðugt at søkja um atgeingi (Daisy)
  3. Ríkisskjalasavnið (Vegleiðing)
  4. Man kann leita í avskrivaðum deyðsváttanum fyri tíðarskeiði (umleið) 1920-1943 (Søg i samlingerne)

Deyðsváttanir eru skipaðar eftir árstali og læknadømi.

GG! Neyðugt er at vita, hvat øki (bygdir/býir) hoyrdi til tey ymisku læknadømini. Læknadømi er ikki tað sama sum sókn/prestagjald.

 

 

Endamálið við einum faðirskapsmál er at staðfesta, hvør pápin er at einum barnið, sum er føtt uttanfyri hjúnalag.

Faðirskapsmál eru at finna í søvnunum hjá sýslunum, Fútanum, Sorinskrivaranum og Færø Amt/Ríkisumboðnum.

Sýslan ella fútin avhoyrdu viðkomandi persónar og skrivaði rapport. Um pápin játtaði faðirskapin eru málini at finna hjá fútanum. Um rættarmál var um faðirskapin, eru málini at finna hjá sorinskrivaranum.

Færø Amt/Ríkisumboðið umsat alimentatiónsmál. Tey snúgva seg um tað uppihaldsgjald, sum pápin møguliga skuldi gjalda.

Í 1937 kom lóg um at børn fødd uttanfyri hjúnalag m.a. høvdu arvarætt til pápa sín - Lov nr. 131 af 7. Maj 1937 om Børn uden for Ægteskab. Lógin varð sett í gildi í Føroyum 1. januar 1938.

Frá 1938 og fram, er tískil oftast eitt faðirskapsmál at finna fyri børn fødd uttanfyri hjúnalag.

Áðrenn 1937 (í FO 1938) er tað ikki altíð so. Faðirskapurin skuldi staðfestast, um mamman kravdu uppihaldsgjald fyri barnið, men um hon ikki kravdi pening, er ofta onki mál um faðirskapin.

Faðirskapsmál áðrenn 1937 eru at finna í søvnunum hjá sýslunum og hjá Fútanum. Eisini kunnu mál vera í savninum hjá Færø Amt/Ríkisumboðnum (Overpolitiretten) og í savninum hjá Forligskommissionen.

Faðirskapsmál frá 1940 og fram, eru at finna í savninum hjá Fútanum.

Faðirskapsmál, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.

 

 

Í fólkateljingum eru upplýsingar um allar persónarnar í einum húsarhaldi – øll fólk í Føroyum eru skrásett í teimum húsum, tey búðu ella hildu til í, júst tá ið fólkateljingin fór fram.

Tað eru ongar fólkateljingar fyri Føroyar í árunum 1930, 1940 og 1945.

Skanningarnar, sum eru lagdur út á history.fo, eru skanningar av mikrofilmi frá danska Ríkisskjalasavninum.

GG: Upprunaskjølini av fólkateljingunum eru varðveitt á Ríkisskjalasavninum í Danmark, og kunnu tískil ikki síggjast/lánast á lesistovu okkara. Sí meir her.

Ríkisskjalasavnið í Danmark hevur fólkateljingar fyri Føroyar frá 1801 og fram til 1977 (Undantikin árini 1930, 1940 og 1945).

 

 

Mál viðv. hjúnaskilnaði eru at finna í savninum hjá Færø Amt/Ríkisumboðnum.

Mál viðv. hjúnaskilnaði, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.

 

 

Ein kirkjubók, ella ministerialbók, inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um persónar viðv. føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð. Les meir um kirkjubøkur á history.fo.

Allar høvuðsministerialbøkurnar, ið eru avhendaðar til Tjóðskjalasavnið eru skannaðar, og kunnu síggjast á history.fo.

Fyri upplýsingar úr kirkjubókum, ið ikki finnast har, er neyðugt at venda sær til Fólkakirkjuna.

 

 

At mynstra, er at taka við starvið umborð á tí skipi mynstra verður við. Skiparin skal hava eftirlit við at teir persónar ið mynstra lúka tær treytir ið lógin ásetur viðvíkjandi aldur, heilsu og førleikar.

Sjómenn mynstraðu hjá sýslumonnunum og øðrum góðkendum støðum kring landið, í Tórshavn bleiv mynstrað hjá Fútanum.

Fútin/Sýslurnar:

Mynstringaprotokollir hjá Fútanum eru hondskrivaðar og eru frá 1902 til uml. 1959. Mynstringarprotokollirnar hjá Fútanum frá 1902 til 1959 eru skannaðar, og kunnu síggjast á history.fo.

Sýslurnar hava eisini hondskrivaðar listar/protokollir yvir mynstringar, men tað er ymiskt frá sýslu til sýslu, hvussu væl hetta tilfarið er varðveitt.

Vanlukkutryggingin:

Mynstringarlistarnir hjá Vanlukkutryggingini byrja uml. 1923, og fevna hesir um alt landið. Hesir listar eru í mongum førum maskinskrivaðir. Tá Færøernes Ulykkeforsikring (Føroya Vanlukkutrygging) bleiv stovnað tann 24. juli 1925, varð álagt kommunustýrunum at geva vanlukkutryggingini upplýsingar um, hvørjir tryggingarskyldugir persónar vóru í viðkomandi kommunu. Sostatt var frá 1927, eitt fullfíggjað yvirlit yvir tryggingarskyldugar fiskimenn til taks sum grundarlag fyri innheintan av sjálvstryggingum teirra.

 

 

Á Tjóðskjalasavninum finst nógv tilfar viðvíkjandi sjóvinnu:

  1. Mynstringar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist Vanlukkutryggingini, Fútanum og sýslunum. 
  2. Skipa- og bátaskráseting eru at finna í savninum hjá Fútanum (Skráseting av bátum eru eisini at finna í søvnunum hjá sýslunum). 
  3. Strikað skip eru at finna í savninum hjá Fútanum. 
  4. Skipsdagbøkur eru aloftast at finna í søvnunum hjá Fútanum og sýslunum, og í privatum søvnum. (Skipsdagbøkur koma undir almennar atgeingisreglur, sí lógir og reglur.) 
  5. Sjófrágreiðingar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist, Sorinskrivarinum, sýslunum, Fútanum og Færø Amt. (Sjófrágreiðingar ið eru yngri enn 80 ár koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.) 
  • Skipa- og bátaskrásetingar hjá Fútanum og bátaskrásetingar hjá sýslunum eru partvíst skannaðar, og kunnu síggjast á history.fo.
  • Mynstringarprotokollirnar hjá Fútanum frá 1902 til 1959 eru skannaðar, og kunnu síggjast á history.fo.

 

 

Skannaði skjøl kunnu síggjast á heimasíðu okkara history.fo

Talan er fyri tað mesta um skanningar av upprunaskjølum/upprunakeldum, nakrar prentaðar og viðgjørdar keldur.

Tað er loyvt at nýta tilfar av heimasíðuni, um víst verður til uppruna, t.v.s. hvaðani tilfarið stavar.

  1. Nógv av tilfarinum sum er skannað og liggur á history.fo, er í ringum standið og sera viðbrekin.
  2. Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at síggja tilfar sum er skannað og lagt út á histoy.fo á lesistovuni.

 

 

 

Danska Ríkisskjalasavnið hevur, við eini játtan frá danska Fólkatinginum, skannað tey skjøl á goymslu teirra, sum viðvíkja Føroyum. Hetta arbeiðið hevur gjørt tað gjørligt hjá áhugaðum at fáa eina meira fullfíggjaða mynd av føroyskari søgu.

Sí her:

  1. Arkivalieronline (Skannaði skjøl viðv. Føroyum á Ríkisskjalasavninum í Danmark)
  2. Vegleiðing til at leita fram skjøl viðv. Føroyum á Ríkisskjalasavninum, og øðrum donskum skjalasøvnum

 

 

Um tú kemur á lesistovu okkara í vanligari upplatingartíð, er tað ókeypis at læna tey skjøl, ið tú ynskir at síggja, og brúka tey á lesistovuni. Eisini veita vit ókeypis vegleiðing á staðnum um neyðugt. Stutt sagt er vanligt brúk á lesistovuni ókeypis. 

Fyri aðrar tænastur, sum til dømis, skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum skulu leita fram, og/ella transskribera (avskriva) skjøl fyri viðskiftafólk – verður álagt eitt gjald.

Kostnaðurin fyri skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) er:

400 kr./tíma - Tímagjald. (Har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum leita fram, og/ella transskribera (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk.)
Goldið verður í minsta lagi fyri ein tíma (fyrsta tíman) og síðani verður goldið fyri hvørt byrjað korter (á 100 kr.).

 

 

 

Í sambandi við tinglýsing verða allar heimildir og rættindi til fastogn førdar í Skeyti- og Pantiprotokollir. 

Skeyti- og Pantiprotokollir fevna m.a. um keypssáttmálar, leysafæ, skeytir, servituttir, pantibrøv, skiftibrøv, festibrøv, arvaavkannan og leigu- og haldsáttmálar.

Á Tjóðskjalasavninum finnast tinglýsingar fram til 1965. Nýggjari tinglýsingar eru at finna hjá Tinglýsingini.

Fyri at finna tinglýsingina av einum skjali, er neyðugt at vita dagfestingina fyri tinglýsingini og loypinummari á tinglýsingini

Upplýsingar um dagfesting og loypinummar fæst frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar. 

 

Skeyti- og Pantiprotokollirnar frá 1706 og fram til 1940 eru skannaðar og kunnu síggjast á history.fo.

GG: Protokollirnar frá 1940 og fram til 1965 verða fyribils ikki skannaðar, hesar kunnu síggjast á lesistovu okkara. 

 

Yvirlitini (Realregistre/Skjøde- og Panteregistre) til Skeyti- og Pantiprotokollurnar eru eisini skannaði og kunnu síggjast á history.fo

Yvirlitini innihalda upplýsingar um markatalsbygd, navn á jarðarstykki, eigara, stødd, heimild (adkomst) og heftingar (behæftelser).

Tíðarskeiðini eru ymisk, frá uml. 1820 til 1890.

 

 

Týdningarmestu keldurnar til ættargransking eru m.a. kirkjubøkur, fólkateljingar og skiftiprotokollir. Sí vegleiðing

Kirkjubøkur, fólkateljingar og skiftiprotokollir o.a. kunnu síggjast á history.fo

Harumframt eru fleiri aðrar heimasíður við keldum ið eru skannaðar og inntøppaðar, sí meir undir Ymisk leinki

Viðmælt verður í hesum talgildu tíðum, at brúka heimasíður sum eru til ættargransking

Tær mest brúktu eru:

  1. Ancestry (Haldaragjald krevst)
  2. FamilySearch (Brúkari má upprættast, men einki haldaragjald krevst)
  3. MyHeritage (Haldaragjald krevst)

Hesar síður innihalda skannaðar og inntøppaðar keldur, harumframt eisini ættartrø sum aðrir brúkarar hava upprættað.

Hesar síður eru sera góðar at brúka tá leita verður eftir fólkum í t.d. Bretlandi, Danmark, USA og øðrum londum.

Nevnast kann at fólkateljingarnar fyri Føroyar frá 1801 og fram til 1916 eru inntøppaðar í Ancestry, soleiðis at tað ber til at leita eftir nøvnum.

Sí eisini Atgeingi til skjøl

 

 

Mál viðv. ættleiðing/adoptión eru at finna í savninum hjá Færø Amt/Ríkisumboðnum.

Mál viðv. ættleiðing/adoptión, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.