Nýt skjalasavnið
Á Tjóðskjalasavninum kanst tú leita fram skjøl (arkivalier/records), við upplýsingum um fleiri ymisk fyrisitingarlig, rættarlig og søgulig viðurskifti. Talan er sum heild um óviðgjørd upprunaskjøl. Sí hjálp og vegleiðing.
Tað eru tvey ymisk støð at leita fram skjøl:
1) á heimasíðu okkara, history.fo, har talgildað skjøl/keldur kunnu síggjast
2) á lesistovu okkara, har skjøl (pappírsskjøl) kunnu síggjast.
Skjølini á heimasíðuni eru øll beinleiðis atgongd fyri ein og hvønn, meðan skjølini á lesistovuni kunnu býtast í tveir bólkar:
1) skjøl, ið eru beinleiðis atgongd
2) skjøl, ið ikki eru beinleiðis atgongd, sí meir her.
Um tú sjálv(ur) kemur á lesistovuna, og leitar fram neyðugu savnsskjølini, er tað ókeypis. Á lesistovuni finnast savns- og goymsluyvirlit yvir tey ymisku skjalasøvnini. Vit vegleiða teg sjálvandi á rætta leið, um tørvur er á tí.
Vit kunnu eisini, mótvegis gjaldi, leita fram skjøl fyri teg. Sí prísir.
Eisini ber til at senda fyrispurningar til Tjóðskjalasasavnið. Sí meir her.
Avhenda til Tjóðskjalasavnið
Tað ber til hjá øllum at avhenda tilfar til Tjóðskjalasavnið, óansæð um tað er í analogum formi (t.d. pappírsskjøl) ella talgildum formi (t.d. dátugrunnar), óansæð um talan er um skrivligt tilfar, um myndir, filmar ella ljóð.
Um tú hevur tilfar at avhenda, skal tú venda tær til Tjóðskjalasavnið antin umvegis teldupost [email protected], við at ringja á tlf. 340 540 ella við at møta upp á V.U. Hammershaimbsgøtu 18 í Tórshavn, gerandisdagar kl. 09.00 - 16.00.