Um okkum

 

Tjóðskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnsskjølum, ið hava søguligt virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. 

Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnsskjølini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenningi.

Tjóðskjalasavnið ansar eisini eftir, at umsitingarligar skrásetingarskipanir og skjalagoymslur hjá almennum myndugleikum eru tryggar og lúka tær treytir, sum eru settar í lógum og fyriskipanum.