Atgeingi til skjøl
Tjóðskjalasavnið hevur m.a. til endamáls at tryggja, at einstaklingar og myndugleikar kunnu fáa atgeingi til (søgulig) skjøl á skipaðan hátt.
Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi.
Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum.
Vanligu atgeingisfreistirnar eru:
- Persónsmál 80 ár - skjøl, sum t.d. innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum
- Vanlig skjøl 30 ár
Persónsmál kunnu til dømis vera kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.
GG: Persónsmál eru alment atgongd eftir at málini eru endaði, t.v.s. tað seinasta skrásetta dato í einum málið.
Stovnurin, ið avhendar, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist, um serlig viðurskifti krevja tað.
Sí dømi um atgeingisfreistir.