Skráseting og fráboðan av granskingardátum
Tjóðskjalasavnið tekur ímóti dátum frá bæði privatum og almennum granskingarverkætlanum.
Granskarar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá verkætlanini, tá ið liðugt er at savna upplýsingarnar inn.
FAIR-meginreglurnar og langtíðarvarðveiting
Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan” við hjálp av okkara vegleiðing og oyðublaði
Tað er eitt gott hugskot, tíðliga í verkætlanartíðarskeiðnum, at hugsa um, hvussu tú skalt handfara tínar granskingardátur– helst longu í sambandi við umsókn um fígging.
Ein dátuleiðsluætlan kann hjálpa tær at halda skil á tínum dátum í allari gongdini, og fær teg at umhugsa týdningamiklar spurningar í sambandi við handfaringina.
Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan”, longu áðrenn tú fert í gongd verkætlanina, og síðan at dagføra ætlanina javnan gjøgnum alt verkætlanartíðarskeiðið.
Datamanagementpolitikkur
Tjóðskjalasavnið mælir til, at granskingarstovnar seta upp meginreglur fyri varðveiting av dátutilfari, ið stovnurin savnar inn, orðaðar í einum “dátumanagementpolitikki”.
Ein “dátumanagementpolitikkur” skal hugsa um fleiri ymisk viðurskifti. Les tilmælini til ein “dátumanagementpolitikkur” her.
Tjóðskjalasavnið skal hava fráboðan um almennar granskingardátur, áðrenn avhending kann fara fram.
Endamálið við fráboðanini er, at Tjóðskjalasavnið kann meta um, hvørt dátur og skjalfesting av dátunum skulu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.
Fráboðan um privatar granskingardátur kann eisini sendast Tjóðskjalasavninum, um ynski er um, at hesar verða varðveittar á Tjóðskjalasavninum.
Tjóðskjalasavnið ger síðani eina meting um, hvørt dáturnar kunnu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.
- - Dáturnar verða tryggjaðar móti tøkniligari elli
- - Freistirnar um striking av persónsupplýsingum, sbrt. persónsupplýsingarlógini, verða hildnar
- - Trygd fæst fyri, at dátur kunnu brúkast aftur í framhaldandi viðgerð ella í nýggjari gransking
Web-Skeið fyri granskarar, kt-starvsfólk og onnur áhugaði í ASTA – dátuúttøkuamboðnum til statistikfílar/hagtalsfílar - Fyrilesturin hjá Christian Babiarz Madsen um ASTA forritið til hagtals- og granskingardátur (05.11.2021)
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
ella til:
- Rói Eliasen
- Kt-arkivarur, cand.mag.
- Tel: +298 340 542
- [email protected]
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.