Høvuðsendamálið við verkætlanini varð stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.
Endamálið við Ættarbandsskránni er at kanna sambandið millum ættarbregði og sjúku.
Ættarbandsskráin varð gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur so sum ministerialbøkur (kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar o.a.
Arbeiðið byrjaði í 2007 og varð fíggjað sum partur av Ílegusavninum.
Heilsustýrið umsitur Ættarbandsskránna og viðger umsóknir um at granska í upplýsingum í henni.
Tað er Heilsustýrið ið tekur sær av rættingum í Ættarbandsskránni.