Skip to main content

Talgilding av mentanararvinum (history.fo)

 

Tað vit á Tjóðskjalasavninum hugsa um í hesum sambandi er, at vit í dag kunnu gera pappírsskjøl til talgild skjøl við at skannað skjølini, soleiðis at hesi kunnu almannakunngerðast á netinum.

Endamálið við hesi verkætlan er sostatt at gera søguligt tilfar (upprunaskjøl, og annað viðgjørt tilfar), atgongt fyri fakfólkum, granskarum og almenninginum, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Í dag hava vit talgilt/skannað ein part av hesum mentanararvi. Sí history.fo.

Eisini fólk uttanfyri Tjóðskjalasavnið hava latið tilfar til verkætlanina, sí viðgjørdar keldur

Tað eru óavmarkaðir møguleikar at troyta, hvat talgilding av mentanararvinum viðvíkur.

Verkætlanin verður umsitin av Tjóðskjalasavninum og meginparturin av upprunaskjølunum, ið eru og verða talgildað/skannaði eru í varðveitslu á Tjóðskjalasavninum.

Samband:

Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú ynskir fleiri upplýsingar, ella tú hevur spurningar víðvíkjandi verkætlanini "Talgilding av mentanararvinum (history.fo)"

  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: +298 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.

 

 

Ein ráðleggingarbólkur var knýttur at verkætlanini (history.fo), tá hon byrjaði. 

Í bólkinum sótu:

  • Rolf Guttesen
  • Magni Laksáfoss
  • Arne Thorsteinsson
  • Sámal T. F. Johansen
  • Lena Nolsøe