ADA - Kanningarforrit til skjalasavnsútgávur

 

ADA er eitt forrit, vit brúka á Tjóðskjalasavninum, sum kannar um skjalasavnsútgávan eftirlíkar ásettu krøvini, sum eru í reglunum um kt-avhending av skjalasavnsútgávum til Tjóðskjalasavnið frá dd.mm.áááá.

Hvør kann brúka ADA?
Almennir myndugleikar og stovnar, sum skulu avhenda eina skjalasavnsútgávu av dátum frá einari kt-skipan til Tjóðskjalasavnið. Hetta umfatar eisini veitarar, ið framleiða skjalasavnsútgávur vegna almennar stovnar.

Tjóðskjalasavnið hevur fingið loyvi til at brúka kanningarforritið ADA, og føroyskir myndugleikar og møguligir veitarar kunnu eisini brúka tað. Hetta loyvið hevur Tjóðskjalasavnið fingið sambært avtalu við Ríkisskjalasavnið.

ADA inniheldur bæði nøkur sokallað “Open Source-modul” og modul, sum eru undir loyvisreglum. Forritið má tískil einans útvegast frá Ríkisskjalasavninum. Mælt verður til at lesa “relesenoten”, áðrenn forritið verður tikið niður og tikið í nýtslu.

Ríkisskjalasavnið og Tjóðskjalasavnið eru ikki bundin til at veita beinleiðis vegleiðing í nýtslu av forritinum og kunnu ikki veita vissu fyri “uppitíð og atkomu”. Legg eisini til merkis, at ein gjøgnumførd ADA-kanning ikki av sær sjálvum skal skiljast sum, at Tjóðskjalasavnið kann góðkenna skjalasavnsútgávuna.

Dagføringar
Dagføringar av forritinum verða leypandi gjørdar, so minst til at kanna eftir, um nýggjar útgávur av forritinum finnast. Tú kanst melda teg til at fáa tíðindaskriv frá Ríkisskjalasavninum um dagføringar, soleiðis at tú sjálvvirkandi fært boð, tá størri broytingar í forritinum eru gjørdar.