Filmsfólk úr Grønlandi á Vitjan

Grønlendski filmsleikstjórin, Anders Berthelsen, og filmsframleiðarin, Klaus Georg Hansen, hava verið á vitjan á Tjóðskjalasavninum.

Miðnám á Kambsdali á vitjan

Í dag hevur Tjóðskjalasavnið havt vitjan av 3.g-næmingum frá hugvísindabreytini á Kambsdali. Lærarar vóru Joan Mohr og Páll Isholm. Fyri Tjóðskjalasavnið vóru Helena og Sámal Tróndur, ið greiddu frá. Fyrst fingu næmingarnir eitt sindur at vita um virksemi Tjóðskjalasavnsins. Síðani fingu tey loyvi at hyggja nærri at úrvaldum skjølum, og til endans fingu tey eina stutta […]

Niclas staðið skrivstovulæru

Niclas Schneider Djurhuus, sum hevur verið í skrivstovulæru á Tjóðskjalasavninum, hevur nú staðið sína síðstu roynd á Glasi, og er sostatt útlærdur í fyrisiting. Niclas byrjaði í arbeiði á Tjóðskjalasavninum í januar 2019. At byrja við, gjørdi hann ymiskar uppgávur, sum skjalahjálpari á stovninum. Seinni fór hann í læru og gjørdist liðugur mikudagin 4. september […]

Tað vóru 5 ’føroyskir litir’ til ullint klæðir

Í frágreiðing varðveitt á Tjóðskjalasavninum sigur Jens Christian Svabo, at síðst í 1700-talinum framleiddu føroyingar sjálvir 5 ymiskar litir, sum tey brúktu til at lita ullint klæðir við. Hesir litir vóru: 1) Korkalitt, 2) Reyðbrúnt, 3) Kolsvart, 4) Gult og 5) Grønt.

Tjóðskjalasavnið komið á Vangan

Tjóðskjalasavnið hevur saman við – Talgildu Føroyum, arbeitt við at fáa ein part av okkara virksemi á Vangan. Um tú vilt søkja Tjóðskjalasavnið um atgeingi/innlit í skjalasavnstilfar, ið innihalda persónsupplýsingar, kanst tú nú trygt og lætt gera hetta umvegis Vangan. Orsøkin til at Tjóðskjalasavnið hevur valt at gerast partur av Vanganum er í høvuðsheitinum grundað á […]

Kongsbókin út í prentaðum formi

Kongsbókin, sum er elsta handrit í varðveitslu á Tjóðskjalasavninum, verður nú givið út í prentaðum formi. Tað er Andras Mortensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, sum hevur skrivað søguligan inngang, umsett úr handskrift og týtt. Bókin er á 416 síður og í bókarkasettu. Hon kostar 580 kr. og fæst í bókahandlunum.