Skip to main content

Lán á lesistovuni

 

Um ein ynskir at nýta tilfar, skal ein fylla út bíleggingarseðil á lesistovuni. Starvsfólk á lesistovuni avgreiða síðani bíleggingina.

Meginreglan er, at tú við yvirlitunum yvir søvn sjálv/ur finnur, bíleggur og arbeiðir við teimum skjølum og protokollum, sum tær tørvar.

Vit vegleiða teg sjálvandi á rætta leið, um tørvur er á tí. Vanligt er galdandi, at ein bert kann læna eina protokoll ella eina savnseskju út á lesistovuna í senn.

Størsti parturin av tilfarinum, ið vanliga verður nýtt, er á høvuðsgoymsluni. Skjøl úr høvuðsgoymsluni verða vanliga avgreidd sama dag.

Fyri skjøl, ið liggja á fjargoymslunum, má roknast við at avgreiðsla kann taka upp til eina viku. 

Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Sí meir her.

Sí eisini hjálp og vegleiðing her.

Avrit, skanningar, myndir o.a. av upprunaskjølum

Tað ber til at fáa avrit, skanningar ella taka myndir (uttan blits) av upprunaskjølum. Vanlig avrit verða bert tikin av upprunaskjølum, sum eru í góðum standi, tó ikki av  upprunaskjølum ið eru innbundin og/ella við innsigli. Slík skjøl mugu skannast.

    Eisini ber til at bíleggja skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) v.m. mótvegis gjaldi.

    Tosað við starvsfólkini um hetta.

    Sí prísir.

    Skannaði/talgildaði skjøl kunnu síggjast á heimasíðu okkara history.fo

    1. Nógv av tilfarinum sum er skannað og liggur á history.fo, er í ringum standið og sera viðbrekin.
    2. Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at lána/síggja tilfar sum er skannað og lagt út á histoy.fo á lesistovuni.