’Blok 5’ í Norðurlandahúsinum
Mánadagin sýndu Anders Berthelsen og Klaus Georg Hansen heimildarfilmin ’Blok 5’ í Norðurlandahúsinum. Filmurin snýr seg um eina ógvusliga gass-spreinging í ’Blokki 5’ í Nuuk hin 14. mars 1970. 11 fólk lótu lív av hesi vanlukkuligu hending, og enn fleiri vóru særd.
Til sýningina vóru umleið 75 fólk, harav fleiri, sum høvdu búð í Blokki 5, ella á onkran hátt høvdu samband við vanlukkuna. Hetta førdi við sær nógv prát, og fleiri fólk høvdu egnar søgur at greiða frá, knýttar at vanlukkuni í 1970.
Anders Berthelsen helt at tað kundi verið áhugavert, um onkur í Føroyum gjørdi enn ein film um hendingina í blokki 5, sæð úr Føroyskum sjónarhornið.
Langtíðarvarðveiting og talgilding av filmi
Anders og Klaus Georg høvdu hoyrt um arbeiði við langtíðarvarðveiting og talgilding av filmi á Tjóðskjalasavninum. Tí vóru teir áhugaðir á koma á vitjan, fyri at vita um teir kundu fáa íblástur til tílíkt arbeiðið í Grønlandi.
Í hesum sambandi fingu teir eitt prát við stjóran á Tjóðskjalasavninum, Sámal Tróndur F. Johansen, og við AV-skjalavørðin John Debes Jacobsen. Eisini vitjaðu Anders og Klaus Georg AV-verkstaðið á Tjóðskjalasavninum og sóu nakað av tí tilfari, sum er talgildað. Millum annað sóu teir film, tiknan av føroyingum í Grønlandi í 1950- og 1960-árunum.