Kringvarp Føroya hevur júst gjørt upptøkur á Tjóðskjalasavninum í sambandi við sendirøðina ‘Foytar greyðir’. Tað eru Kári og Tróndur sum leita eftir nøkrum, sum teir halda finst á goymslum Tjóðskjalasavnsins.
Hvat leitað verður eftir, og um tað so eisini finst á Tjóðskjalasavninum, fæst at vita, tá sendingin verður víst einaferð fyrsta ársfjórðing í 2023.
Jónfinn Stenberg stendur fyri upptøkunum.