Skip to main content

Læra seg "talgilda nároyning"

|   Tíðindi

Ein av teimum nýggju førleikunum, sum neyðugt er at ogna sær, er at nároyna (testa) talgildar skjalasavnsútgávur.

Tjóðskjalasavnið er í holt við byggja upp umhvørvi fyri langtíðarvarðveiting av talgildum dáta í Føroyum.

Umframt at byggja upp serligt infrakervi, við talgildum verkstaði og goymslum, er eisini neyðugt hjá starvsfólkunum at ogna sær nýggjar førleikar og menna seg innan økið. Ein av teimum nýggju førleikunum, sum neyðugt er at ogna sær, er at nároyna (testa) tær talgildu skjalasavnsútgávurnar, sum myndugleikarnir avhenda til Tjóðskjalasavnið, fyri at vita, um útgávurnar lúka krøvini til langtíðarvarðveiting.

Í hesum sambandi hava Hanna Christiansen og Poul Simonsen verið á danska Ríkisskjalasavninum fyrr í ár. Undir vegleiðing av Philip Tømmerholt, sum er kt-verkætlanarleiðari á Ríkisskjalasavninum, lærdu tey m.a. at brúka serlig testamboð (ritbúnað), at fylgja serligum mannagongdum, og at tryggja sær, at kt-skjalasavnsútgávur hava nóg høga góðsku.

Komandi mánaðirnar verður miðvíst arbeitt við at menna førleikarnar at nároyna. Ætlanin er, at kt-avhendingar framyvir ikki verður neyðugt at nároyna avhendingar í Danmark, men kunnu nároyndast á verkstaðnum í Føroyum.
 

Back
Philip vegleiðir Hannu og Poul í nároyning.
Til nároyning verða brúktir minst tveir skíggjar. Vinstrumegin: ADA, forritið, til nároyning. Høgrumegin: arbeiðsætlan og skjalfesting.
Poul roynir seg við ymisku forritunum í sambandi við nároyning og skjalfesting.