Serliga áhugað vóru tey í Seyðabrævinum frá 1298, men eisini varð hugt nærri at ‘Hundabrævinum’ frá seinnu helvt av 1300-talinum og ‘Skipanini um Tingfaratoll’ frá umleið 1400. Øll eru hesi savnað í sokallaðu Kongsbókini, sum løgmaður Pætur Jákupsson læt binda inn í 1599.
Seyðabrævið, sum er elsta varðveitta føroyska skjalið, er ein rættarbót fyri Føroyar við ásetingum um landbúnað og búseting, og er eitt ískoyti til norsku landslógina frá 1274 (Gulatingslóg).
Jógvan í Lon, professari í málfrøði, greiddi m.a. frá, at sjálvt um Seyðabrævið er skrivað á klassiskum norrønum máli, so eru í brævinum heilt serlig (føroysk) orð, sum ikki finnast í øðrum norrønum ritum frá um somu tíð.