Skip to main content

Mentamálaráðharrin vitjar Tjóðskjalasavnið

|   Tíðindi

Landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana vitjaði Tjóðskjalasavnið fríggjadagin, har hann fekk kunning um virksemi stovnsins.

Landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana vitjaði Tjóðskjalasavnið fríggjadagin, har hann fekk kunning um virksemi stovnsins. Stjórin á Tjóðskjalasavninum Sámal Tróndur F. Johansen tók ímóti landsstýrismanninum, sum eisini hitti starvsfólkini á stovninum. – Tjóðskjalasavnið legði dent á at vísa, hvussu stovnurin hevur ment seg seinastu árini.

Byrjað varð við at vísa landsstýrismanninum á centrala týdningin Tjóðskjalasavnið hevur fyri skjalfesting av virkseminum í almenna geiranum, fyri rættartrygdina hjá einstaka føroyinginum, og fyri tryggja rættar upplýsingar til granskarar og almenning. Síðani varð farið runt at vitja ymisku eindirnar á stovninum, har greitt var frá hvussu Tjóðskjalasavnið í praksis fremur sínar uppgávur.

Landsstýrismaðurin sá m.a. hvussu Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við og vegleiðir almennum myndugleikum, soleiðis at góðskan og trygdin í skráseting teirra er nóg góð. Hetta er ein fortreyt fyri, at skjalfestingin í almenna geiranum lýkur treytirnar, sum nútímans samfelagið setur, og fyri at skjøl og skipanir, tá tey koma á Tjóðskjalasavnið, hava neyðugu góðskuna til at varðveita. Partur av hesum virksemi er at hava skeið fyri myndugleikum, har undirvíst verður í góðsku í skráseting og journalisering.

Víst varð á, hvussu arbeitt verður við tilfarinum, tá tað kemur á Tjóðskjalasavnið, í sambandi við avhending, skráseting, varðveiting osfr.. Her sá landsstýrismaðurin goymslurnar, sum Tjóðskjalasavnið hevur, og fekk greitt frá, hvussu tilfarið verður skipað og goymt, soleiðis at tað verður tøkt fyri framtíðarbrúkarar. Eisini varð greitt frá, hvussu Tjóðskjalasavnið hevur broytt avhendingarpolitikkin, við at gera langtíðarætlanir fyri avhendingar, við at seta strangari krøv til góðskuna á avhendingum, og við at fara meira skipað til verka í samband við vraking av tilfari.

Landsstýrismaðurin fekk eisini innlit í, hvussu Tjóðskjalasavnið miðlar, vegleiðir og gevur atgeingi, t.d. umvegis heimasíðurnar www.skjalasavn.fo og www.history.fo, umvegis facebook, og umvegis lesistovuna. Eisini var víst á, hvussu brúkarar í gerandisdegnum verða vegleiddir í brúki av rúgvusmikla tilfarinum, og  hvussu stovnurin heldur skeið, t.d. fyri søgulesandi á Setrinum, so at góðskan í føroyskari søguskriving betrast.

Tjóðskjalasavnið er eisini við í nógvum ymiskum verkætlanum, í sambandi við gransking og skráseting. Ein hin størsta verkætlanin er Ættarbandsskráin, sum Tjóðskjalasavnið umsitur og mennir vegna Ílegusavnið. Í hesi skrá eru skrásettir nærum allir føroyingar í ættarlið fleiri hundrað ár aftur. Tosað varð m.a. um møguleikar fyri at brúka upplýsingar úr Ættarbandsskránni í øðrum høpi enn í sambandi við ílegugransking.

Fyri fyrstu ferð fekk eitt landsstýrisfólk innlit í talgilda varðveiting, t.d. í tøkni og arbeiðsgongdir á verkstaðnum, sum nýliga er sett á stovn. Her varð m.a. víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at Tjóðskjalasavnið umvegis krøv og kanningar (test) tryggjar sær, at góðskan í avhendingum er høg frá byrjan, og at tær verða hildnar við líka (migreraðar) framyvir. Júst hesin partur vísti munin á at varðveita pappír og at varðveita talgilt tilfar. At tað ikki bert krevur ymiskt tøkniligt umhvørvi, men eisini ymiskir fakligir førleikar.

Sum heild var vitjanin væl eydnað, og vísti at Tjóðskjalasavnið er grundleggjandi broytt seinastu 15 árini, og hevur ment seg nógv sum ein nútímans arkivmyndugleiki. Landsstýrismaðurin segði seg vera væl nøgdan við vitjanina.

 

Back
Jenis av Rana, mentamálaráðharri og Sámal Tróndur Finnsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum 14.02.2020
Lena Nolsøe vísir fram eldri skjøl
Guðrið Poulsen greiðir frá um miðling v.m.
Sólbjørg Pedersen greiðir frá um eftirlit og vegleiðing av myndugleikum, sum avhenda talgilt tilfar
Poul A. Simonsen og Hanna S. Christiansen vísa fram verkstað fyri talgilda varðveiting
Prát um talgilda varðveiting. F.v. Armgarð Weihe, Poul Geert Hansen, Sámal Tróndur F. Johansen, Jenis av Rana og Poul Andrias Simonsen