Skip to main content

Niclas staðið skrivstovulæru

|   Tíðindi

Niclas Schneider Djurhuus, sum hevur verið í skrivstovulæru á Tjóðskjalasavninum, hevur nú staðið sína síðstu roynd á Glasi, og er sostatt útlærdur í fyrisiting.

Niclas byrjaði í arbeiði á Tjóðskjalasavninum í januar 2019. At byrja við, gjørdi hann ymiskar uppgávur, sum skjalahjálpari á stovninum. Seinni fór hann í læru og gjørdist liðugur mikudagin 4. september 2024.

“Eg havi lært nógv bæði um fyrisiting og skjalasavn, sum eg nærum einki visti um áðrenn, sigur Niclas.” Eisini sigur hann seg vera sera glaðan fyri sína tíð á Tjóðskjalasavninum. Hann heldur at Tjóðskjalasavnið hevur verið tað besta arbeiðspláss, ið hann nakrantíð hevur roynt. Umframt at hava góðar starvsfelagar, hevur hann eisini følt Tjóðskjalasavnið sum eitt trygt og rúmligt stað at arbeiða. “Av somu orsøk haldi eg meg eisini hava ment meg nógv, meðan eg havi verið her, bæði fakliga og verðsliga”, sigur Niclas at enda.

Tjóðskjalasavnið ynskir Niclasi hjartaliga tillukku og góðan byr framyvir.

Back
Niclas uttanfyri skrivstovubygningin hjá Tjóðskjalasavninum
Rosa, lærumeistari hjá Niclasi, ynskir tillukku
Sámal Tróndur, tjóðskjalavørður ynskir Niclas tillukku