Vit eru fegin at kunna boða frá, at ein partur av skipaskrásetingini, undir heitinum 'Skibsregistre for Færøerne', nú eru talgilda og atgongd á history.fo. Hetta er eitt stig fram á leiðini, í okkara arbeiði við at varðveita og gera søguligt tilfar adgongt fyri øll.
Vit vóna, at tit fáa gleði av søguliga tilfarinum, um skrásetingarnar av skipum og bátum í Føroyum.
Hví talgilda og gera tilfar atgongt?
Atgongd:
Øll kunnu fáa atgongd til tilfarið, óansæð hvar tey eru stødd.
Varðveiting:
Talgilding tryggjar, at uppruna tilfarið verður varðveitt í friði.
Leiting:
Talgilt tilfar er lættari at leita í, og at finna fram til.
Deiling:
Talgilt tilfar kann deilast og brúkast í ymsum samanhangum - bæði í gransking og undirvísing.