Skip to main content

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi.

Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Ólavur Heilagi

Ólavsøkan er tjóðarhátíð føroyinga, samstundis kirkjulig og politisk hátíð, hildin 28. og 29. juli. Hátíðin er uppkallað eftir heilaga Ólavi Haraldssyni, Noregs kongi, sum fall í slagnum við Stiklastøðum 29. juli 1030. Í Føroyum fekk Ólavsøkan tó tíðliga ein serstakan leiklut, tí hon varð knýtt at árligu tingsetuni hjá Løgtinginum og gjørdist samstundis ein týðandi kirkju- og marknaðarhátíð.

 

Tá tingið savnaði landið

Elstu varðveittu tingbøkurnar vísa, at Ólavsøkudagur, 29. juli, hevði staðfestan leiklut sum fundardagur hjá Løgtinginum. Í tingbókunum frá 1615–1654 og 1655–1666 verður sagt, at tingið varð sett eftir gomlum siði á sjálvum Ólavsøkudegi.¹ Hetta er kortini ikki í samsvari við ásetingina í Lógbók Magnusar Lagabøtis, har fundardagurin hjá Løgtinginum verður ásettur til Bótólvsøkuaftan, 16. juni.² Hví fundardagurin varð fluttur til Ólavsøku, er ikki greitt í keldunum, men bendir á, at siðvenjan longu hevði vunnið fastatøkur, áðrenn tingbøkurnar vórðu skrivaðar.

Ein kelda frá 1621 staðfestir, at Ólavsøkan varð mett at vera hin rætta marknaðartíðin hjá føroyingum.³ Hetta bendir á, at hátíðin hevði ein týðandi búskaparligan og samfelagsligan leiklut, har fólk úr øllum landinum savnaðust í Havn í sambandi við tinghald, kirkjuligar halgihald og handil.

Løgtingið varð vanliga hildið á Tinganesi. Tá ið veðurlíkindini loyvdu tí, varð tingið hildið undir opnum himni, men annars í Gildisskálanum, eisini nevndur Tingstovan. Keldur frá 1619 vísa, at bygningurin hevði stóran tørv á umvæling, og at Løgtingið sjálvt játtaði pening til ábøtur. Eftir eldsbrunan í 1673 varð nýtt tinghús bygt.⁴

 

Gildisveitsla og ólavsgildi í Havn

Ein av týdningarmestu samtíðarkeldunum um Ólavsøkuna er lýsingin hjá Lucas Jacobsen Debes í Færoæ & Færoa Reserata (1673). Debes greiðir frá, at dagurin byrjaði við gudstænastu, prædiku og sálmasangi, meðan tingfundurin varð hildin seinnapartin. Tá ið tingviðgerðin var liðug, varð tingið slitið við kirkjuklokkuni, og um kvøldið savnaðust prestar, embætismenn og onnur til gildisveitslu við røðum, sangi og skálahaldi.⁵ Frásøgn Debesar vísir, at kirkjuligir, rættarligir og sosialir siðir vóru tætt samantvinnaðir undir Ólavsøkuni.

Í søgugranskingini er sett fram, at Ólavsøkan kann hava røtur í einum eldri ólavsgildi í Havn. Henda tulking byggir á samanberingar við gildissamtyktir í Gulatingslógini, har gildini vórðu hildin í átta dagar og høvdu bæði trúarligan, rættarligan og sosialan týdning.⁶ Beinleiðis prógv fyri einum slíkum gildi í Føroyum eru tó ikki varðveitt, og tí eigur henda tulkingin at verða fatað sum ein søgufrøðilig hypotesa heldur enn ein staðfest niðurstøða.

Sjálvt har keldurnar ikki geva greið svar, lata tær okkum hóma eitt samfelag, har hátíðir, rættur og ábyrgd mótvegis hvør øðrum vórðu hugsað saman.

Jens Christian Svabo nevnir í Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781–1782 ein gamlan sið, har hagar, ið høvdu verið hart raktir av seyðafelli, kundu fáa gimbrar úr øðrum hagapørtum uttan endurgjald.⁷ Hesin siður er av summum settur í samband við ásetingar í Gulatingslógini um innanhýsis hjálp millum gildisbrøður.⁸ Hóast beinleiðis samband ikki kann prógvast, er samanberingin við til at varpa ljós á felags norðurlendskar siðvenjur um samhaldsfesti og ábyrgd.

 

Frá gomlum siði til nútíðar tjóðarhátíð

Tí er tað ikki av tilvild, at nútíðar Ólavsøka enn verður markað við bæði kirkjugongd og politiskari setan. Tað, sum í dag kann síggjast sum hátíðarlig siðvenja, ber í sær minnið um eina tíð, har landið savnaðist um bæði lóg, trúgv, handil og felagsskap.

Samanumtikið vísa keldurnar, at Ólavsøkan longu í miðøld og nýggjari tíð hevði ein serstakan leiklut sum savningarstaður fyri rættarskipan, kirkju og fólkalív. Henda samanrenning sæst framvegis í nútíðar Ólavsøku, har skrúðgongan hjá tingfólki, landsstýrisfólki, prestum og embætisfólki millum Løgtingið og Havnar kirkju framvegis markar setanina av nýggja tingárinum. Soleiðis hevur Ólavsøkan varðveitt sítt serliga samband millum kirkju, løgting og føroyskan samleika gjøgnum fleiri øldir.

 

Heimildir:

  1. Tingbókin 1615–1654, s. 18, 33 og 110; Løgtings- og vártingsbókin 1655–1666.
  2. Lógbók Magnusar Lagabøtis, I, 3.
  3. Bræv frá hægstu embætismonnunum í Føroyum, 21. august 1621.
  4. Tingbókin 1615–1654, s. 110; N. Andersen, Færøerne, s. 182–183.
  5. Lucas Jacobsen Debes, Færoæ & Færoa Reserata (1673); føroyska útgávan Færøernes Beskrivelse, útg. Einar Joensen (1950), s. 128–130.
  6. Norges gamle Love, bd. V, Gulatingslógin, s. 7–9.
  7. J. Chr. Svabo, Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781–1782, útg. N. Djurhuus (1959), s. 846–847.
  8. Norges gamle Love, bd. V, s. 9, § 29.

Mynd 1

Mynd 2

 

    Back