Skip to main content

Ráðstevna í heyst

|   Tíðindi

Í døgunum 31. august til 2. september 2021 verður ráðstevna hildin í Havn.

Í døgunum 31. august til 2. september 2021 verður ráðstevna hildin í Havn. Talan er um sokallaðu Útnorður Skjalasavnsráðstevnuna (VNAK), sum verður hildin 3. hvørt ár, antin í Føroyum, Íslandi ella Grønlandi. Heiti á ráðstevnuni í ár er ‘Nýggjar avbjóðingar - nýggjar loysnir’, og snýr seg í stóran mun um, hvussu broytingar í samfelagnum ávirka skjalasøvn og vanligu fatanina teimum, hvørjar avbjóðingar hetta hevur við sær, og hvussu skjalasøvnini royna at loysa hesar avbjóðingar. Til ber at lesa nærri um ráðstevnuna her.

Back
Felags mynd, VNAK 2011, við Gjógv, Føroyar
Niels Frandsen, VNAK 2011, Føroyar
'Tidevandstrappen' í Nuuk, VNAK 2014, Grønland
VNAK 2008, Ísland