Skip to main content

Samstarv um lesistovu í miðbýnum

|   Tíðindi

Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið fara nú at royna felags lesistovu í hølunum hjá Býarbókasavninum í miðbýnum.

Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið fara nú at royna felags lesistovu í hølunum hjá Býarbókasavninum í miðbýnum. Væntandi letur felags lesistovan upp í februar 2022.

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, skrivaðu herfyri undir sáttmála partanna millum.

Fyri Tjóðskjalasavnið eru fleiri fyrimunir við felags lesistovu í miðbýnum. Ein teirra er, at hesin partur av virksemi Tjóðskjalasavnsins gerst meira sjónligur í almenna rúminum. Ein annar, at lesistovan verður meira atkomulig fyri øll, eisini fyri fólki við rørslutarni.

Umframt felags lesistovu, verður eisini møguleiki, at hava smærri framsýningar, grundaðar á skjalatilfar, sum finst á goymslum Tjóðskjalasavnsins, t.d. søgur úr Havn.

Back
Vígdis Bjarnadóttir, virk. býarbókavørður, Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri.
Býarbókasavnið í Havn.
Lesistovan á Tjóðskjalasavninum, sum nú fær flutt sítt virksemi í miðbýin í Havn.
Sáttmáli um royndarverkætlan verður undirskrivaður.