Í sambandi við at føroyska samfelagið er í eini undantaksstøðu vegna heimsumfatandi farsóttina Covid-19, fer Tjóðskjalasavnið undir verkætlan at savna inn tilfar frá bæði privatfólki og virkjum, ið skal skjalfesta hesa tíð.
Tað hevur sera stóran týdning, at vit standa saman um at skjalfesta koronatíðina, og nú hevur tú møguleikan at vera við til at skriva føroyska søgu.
Send okkum tilfar, ið myndar tín gerandisdag í hesum koronatíðum. Tjóðskjalasavnið hevur áhuga fyri øllum, alt frá broyttum arbeiðslívi til sóttarhald og har ímillum, alt er áhugavert, og vit royna at fáa so breitt tilfar sum gjørligt.
Til ber at senda okkum tilfar gjøgnum hetta leinkið.