Skip to main content

Stríð um ognarrætt av skjalasøvnum

|   Tíðindi

Triðja ’keynote-framløga’ frá VNAK2021 tøk á netinum

Stríð um ognarrætt av skjalasøvnum standast ofta av konfliktum. Spurningar um uppruna, proveniens, hvør "eigur" rættin til at varðveita skjølini er eitt grundleggjandi hugtak innan skjalasøvn.

Í fyrilestri, sum varð hildin heystið 2021, hyggur Dr. James Lowry, professari á The Graduate School of Library and Information Studies, Queens College, City University of New York, at kompleksitetinum viðv. uppruna (proveniens) innan skjalasøvn.

Fyrilesturin sæst á YouTube-síðuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Back