Skip to main content

Tilgjørt vit (AI) og skjalasøvn

Onnur ’keynote-framløga’ frá VNAK2021 tøk á netinum

Talgildar upplýsingar, kt-skipanir o.a. innihalda ovurhonds stórar mongdir av upplýsingum. Hetta vil viðføra, innan skjalasavns øki, at tann vanligi arbeiðshátturin viðv. varðveiting, vraking og atgeingi ikki er so væl brúkiligur. Tilgjørt vit (Artificial Intelligence) hevur við sær menningarmøguleikar at kunna broyta skjalasavns arbeiði viðv. talgildum upplýsingum til at gerast brúkiligt og meira effektivt. Tó so, er hetta ikki uttan trupuleikar.

Í fyrilestri, sum varð hildin heystið 2021, hyggur Dr Anthea Seles, aðalskrivari í ICA, at kompleksitetinum við at brúka AI á skjalasavans økinum. Fyrilesturin sæst á YouTube-síðuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Back