Framyvir verður gjørligt at nároyna (testa) talgildar avhendingar, áðrenn tær verða góðkendar til langtíðarvarðveiting.
René Mittå, serráðgevi á danska Ríkisskjalasavninum, var í Føroyum í januar í ár og setti verkstaðið upp saman við Pouli Simonsen og Honnu Christiansen, sum bæði skulu arbeiða á verkstaðnum.
“Hetta er eitt sera týdningarmikið stig á leiðini til at hava talgilda varðveiting í Føroyum”, sigur Sámal Tróndur Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. “Nú vantar bert at menna førleikarnar á verkstaðnum, so er talgild langtíðarvarðveiting ein veruleiki í Føroyum.”