Skip to main content

Vitlíki á Tjóðskjalasavninum

|   Tíðindi

Starvsfólkini á Tjóðskjalasavninum hava verið á skeiði í vitlíki (AI)

Skeiðið, sum varð skipað av VITA, gekk fyri seg á lesistovu Tjóðskjalasavnsins. Undirvísari var Pætur Mortensen.

Skeiðið umfataði bæði framløgur og kjak um vitlíki. Eisini fingu starvsfólkini møguleika at royna seg í praksis við ymiskum kjattbottum, serliga ChatGPT, og aðrari vitlíki.

Endamálið við skeiðnum var at betra um grundvitanina hjá starvsfólkum um vitlíki, so at tey framyvir betri vita hvussu tey skulu bera seg at í mun til vitlíki.

Sum heild hava starvsfólkini verið fegin um skeiðið og halda seg hava lært nógv. Tey hava funnið útav nógv ymiskt, sum vitlíki kann brúkast til, men samstundis eru tey eisini vorðin varug við veikleikar og vandar við (ókritiskum) brúki av vitlíki.

Grunda á nýggju vitanina, sum starvsfólkini nú hava fingið, er ætlanin at stovnurin komandi tíðina meira reglubundið skal arbeiða við, at vit takla avbjóðingarnar við vitlíki og brúka vitlíki á ein skynsaman hátt.

 

Back
Pætur Mortensen undirvísir
luttakarar lurta
Pætur Mortensen undirvísir
luttakarar lurta
luttakarar loysa uppgávur
prógv