Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Talgild menning – ein avbjóðing fyri skjalasøvn

Menningin innan talgilda fyrisiting skapar avbjóðingar fyri
varðveiting á skjalasavnsøkinum. Tjóðskjalasavnið hevur valt
ein serligan framferðarhátt fyri at vinna á hesum avbjóðingum.
Við hesum vali eru tó bæði fyrimunir og vansar.

Samrøða í Kringvarpinum

í sambandi við at tað er altjóða skjalasavnsvika, vóru umboð fyri Tjóðskjalasavnið í sendingini ”Summarmorgun” og greiddi frá um virksemi stovnsins.

Hvørji skjøl finnast á Tjóðskjalasavninum?

Tjóðskjalasavnið tryggjar varðveiting av (almennum) skjølum og skipanum, við søguligum, fyrisitingarligum og rættarligum týdningi, fyri allar borgarar og myndugleikar í Føroyum. Eisini skal Tjóðskjalasavnið tryggja at hesi skjøl eru tøk hjá almenninginum á ein skipaðan hátt.