Skip to main content

Samrøða í Kringvarpinum

í sambandi við at tað er altjóða skjalasavnsvika, vóru umboð fyri Tjóðskjalasavnið í sendingini ''Summarmorgun'' og greiddi frá um virksemi stovnsins.

Hetta er 7. árið, at Altjóða Skjalasavnsvika - ið verður samskipað av ICA, ið stendur fyri International Council on Archives, verður fyriskipað, við luttøku av skjalasøvnum um allan heimin.

Í samrøðuni luttaka Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri og tjóðskjalavørður á Tjóðskjalasavninum, Birita Jacobsen, samskiftisfólk, og Helena Fríða Sivarsdóttir Lassen, skjalahjálpari. Eitt nú verður komi inn á endamálið við skjalasavnsvikuni, týdningin av einari viku sum hesari, og avbjóðingina hjá skjalasøvnum í einum talgildum heimi.

Samrøðan kann hoyrast á heimsíðuni hjá Kringvarpinum, við at trýsta her.

 

Back
Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri, Birita Jacobsen, samskiftisfólk, Helena Fríða S. Lassen, skjalahjálpari.