Skip to main content

Avhending av privatum kt-skjalasøvnum

 

Avhending av privatum kt-skjalasøvnum er sjálvboðin, og fer fram sambært avtalu. Í avtaluni verða m.a. ásetingar um, hvat skal avhendast, hvørjar treytir skulu galda fyri atgongd o.s.fr.

Privat kt-skjalasøvn, sum ikki eru avhendað Tjóðskjalasavninum, eigur Tjóðskjalasavnið at skráseta.

Skrásetingin hevur við sær, at eigarin fær skyldu at boða Tjóðskjalasavninum frá, um eigaraviðurskiftini verða broytt, ella um kt-skjalasøvnini verða flutt. Um skrásett kt-skjalasøvn verða flutt av landinum, hevur eigarin skyldu at geva Tjóðskjalasavninum høvi at taka avrit av kt-skjølunum, áðrenn tey verða útflutt.

Sí meir í vegleiðing.

  • Samband:
  • Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, vinaliga set teg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita tær hjálp og vegleiðing:
  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: +298 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.