Avhending av kt-skipanum
Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja sína søgu.
Tjóðskjalasavnið tryggjar talgilda og fysiska atgongd til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri skjalasøvn er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv. Sí lógir og reglur.
Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um - út frá fráboðanini - um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.
- Hetta fylgibrævið skal fyllast út og hjáleggjast:
- Samband:
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Rói Eliasen
- Kt-arkivarur, cand.mag.
- Tel: +298 340 542
- [email protected]
Ella
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.