Reglur og vegleiðingar
Tjóðskjalasavnið er ráðgevi hjá almennum stovnum í skjalasavnsviðurskiftum, eitt nú í spurningum um málsgerð, journalviðurskifti, uppbygging av skjalasøvnum og gerð av yvirlitum yvir innihaldið í skjalasøvnunum og í spurningum um vanlig goymsluviðurskifti, tá tað snýr seg um skjalagoymsluhøli v.m.
Á sama hátt veitir Tjóðskjalasavnið privatum - stovnum, virkjum og einstaklingum – ráð um skjøl og skjalasøvn teirra.
Móti gjaldi átekur Tjóðskjalasavnið sær eisini at skipa, pakka og skráseta savnsskjøl hjá bæði almennum stovnum og privatum.
Sí meir um privat skjalasøvn her.
Í vegleiðingunum í høgra bredda finnast ásettu krøv, ið eru tengd at tryggari handfaring og varðveiting av skjalasøvnum.
Samband:
Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, ið ikki eru umrøddir í omanfyri nevndu vegleiðingum, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.