Góðskutrygging í kt-skipanum
Orðið “góðska” verður brúkt í ymiskum høpi og kann hava ymiskan týdning. Í hesum høpi snýr góðska seg um, at tað er møguligt at finna dátur og skjøl aftur í kt-skipanum hjá kommunalum - og landsstovnum.
Góðskueftirlit skal tryggja, at skrásetingar í skipanum eru rættar, og at tað er møguligt at leita fram tær røttu upplýsingarnar. Tað kann til dømis vera eitt gott hugskot at eftirkanna um teldupostsamskifti hava sigandi heitið fyri innihaldið, ella um tey eru skrásett við tí sjálvirkandi ‘SV:SV:SV: spurningur um x-mál’. Ella eftirlit við, at varðveittar verða einans loyvdar fílur, soleiðis at skjølini kunnu latast upp og lesast.
- Sí eisini:
- Mannagongd fyri góðskutrygging - 3 dømi (á donskum)
- Vejledning til kvalitetssikring af anvendelsen af 360 - dømi (á donskum)
- Instruks viðv. góðskutrygging av journalum - dømi (á donskum)
- Sjónbandaframløga:
- Jette Holmstrøm Kjellberg. Kvalitetssikring i it-systemer med dokumenter.
- 1. partur.
- 2. partur.
- Samband:
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Rói Eliasen
- Kt-arkivarur, cand.mag.
- Tel: +298 340 542
- [email protected]
Ella
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.