Heimlán av avhendaðum skjølum 

 

Allir almennir stovnar, sum hava avhendað skjøl til Tjóðskjalasavnið, kunnu lána tey skjøl, tey sjálvi hava avhendað, heim á stovnin. Hetta verður í vanligari talu nevnt heimlán. Lánitíðin er 3 mánaðir. 

Stovnar kunnu lána skjøl, sum hava við teirra virksemið at gera, frá stovnum, hvørs virksemi stovnurin heilt ella partsvís hevur yvirtikið. 

Umbøn um heimlán verður send Tjóðskjalasavninum í minsta lagi 3 yrkadagar, áðrenn skjølini skulu brúkast, til t-post: [email protected] 

Í umbønini skal standa: 

  1. Stovnsnavn
  2. Navnið á tí, sum biður um ella sum skal brúka skjølini 
  3. Ár og journalnummar á skjølunum 
  4. Hvat málið snýr seg um 
  • Starvsfólk á Tjóðskjalasavninum kunnu hjálpa til við at finna einstøk skjøl fram. 
  •  
  • Skjølini verða heintað og latin inn aftur á lesistovu Tjóðskjalasavnsins, V.U. Hammershaimbsgøta 11, kj. Sí meir her.